Eins og so nógva staðni, hava eisini sumbingar gjørt fleiri bungur í vegin fyri at tálma ferðsluni.
Hildur Vestergaard, borgarstjóri í Sumba, ásannar, at hetta hava verið ferðsluforðingar, sum mong hava verið ónøgd við, tí tey siga, at tað fer so illa við bilinum at koyra tvørtur yvir teimum. Bileigarar siga, at bungurnar fáa perurnar at bresta og fjarðarnir halda ikki til at koyra tvørtur um tær.
Hinvegin eru tað onnur, ið vilja hava upp aftur fleiri forðingar fyri at tálma ferðsluni ígjøgnum bygdina enn meiri.
Í fríggjakvøldið hevði bygdaráðið í Sumba fund, har spurningurin var til umrøðu.
Borgarstjórin sigur, at av tí, at sjónarmiðini eru so ymisk, varð avgjørt onki at gera í fyrstu syftu.
Men hinvegin varð samtykt at kanna um tað ikki ber til at gera okkurt annað slag av ferðsluforðingum enn tær umstríddu bungurnar og tað fer bygdaráðið nú í holt við.
Eitt, sum tey hugsa um, at er at umskipa vegin, so at tað ikki ber til at koyra beint fram, men verður neyðugt at snara, tí tað tálmar eisini ferðsluna.
Sjey vegbungur eru í Sumba.