Kanna ferðamannaskip

Danska sjóferðslustýrið kannar nú, um tað týska ferðamannaskipið ?Deutschland? breyt galdandi reglur, tá tað var á ferð í Grønlandi fyri tveimum mánaðum síðani. Eygnavitni hava greitt frá, at skipið sigldi sera nær einum stórum ísfjalli í Ilulissat, og at støðan kundi lættliga verða hættislig fyri skip, manning og ferðafólk.

Tvey fólk greiddu í síðstu viku frá, at skipið var bara nakrar fáar favnar frá tí stóra ísfjallinum, og hetta sæst eisini á myndum, sum vórðu tiknar av skipinum.

Sjóferðslustýrið hevur biðið um at fáa myndirnar og fer nú at kanna, um skiparin helt galdandi reglur fyri sigling í ísi.