Kanna Estonia-vanlukkuna umaftur

Svensku myndugleikarnir fara at gera eina kanning afturat av vanlukkuni við Estonia Svensku myndugleikarnir hava gjørt av at gera eina modell-roynd av vanlukkuni, tá ferjan Estonia sakk í Eystrasalti í september í 1994.

Royndin skal gerast á einari kanningarstøð í Gøteborg. Modellið av ferjuni er fýra metrar til longdar og meinlíkt skipinum, skrivar blaðið Ingeniøren.

Síðani vanlukkuna fyri skjótt 14 árum síðani hava nógvar gitingar verið um, hvat veruliga hendi, tá Estonia sakk, og 852 fólk doyðu.

Svensku myndugleikarnir vóna at fáa loyst onkur ivamál við teirri nýggju royndini, skrivar blaðið.