Kanna eldin í Glyvar skúla

Løgreglan veit enn ikki, hví eldur kom í Glyvra skúla í gjár

Tað var klokkan 9 í gjáramorgunin, at fráboðan kom um, at eldur var í skúlanum á Glyvrum. Vakthavandi á politistøðini sigur, at eldurin kyknaði í kjallaranum.

– Har var nógvur roykur, sum fór um allan skúlan. Men tey fingu skjótt tamarhald á støðuna og fingu allar næmingar út úr skúlanum, og eldur var skjótt sløktur, sigur vakthavandi.

Enn veit løgreglan ikki, hvør orsøkin var til eldin, men tað verður nú kannað nærri.