Fyri stuttum tóku russisku myndugleikarnir ríkmannin Mikhail Khodorkovski og skuldsettu hann fyri umfatandi svik, og nú ljóðar, at ákæruvaldið í Moskva eisini hevur vent kikaranum ímóti einum øðrum kendum russiskum ríkmanni.
Talan er um Roman Abramovitsj, sum gjørdist kendur í Vesturheiminum, tá hann í summar keypti enska fótbóltsfelagið Chelsea. Síðani hevur felagið nýtt fleiri milliardir krónur til at keypa nýggjar spælarar. Ein russiskur tjóðartingslimur hevur meldað Roman Abramovitsj, tí hann vil vera við, at ríkmaðurin hevur snýtt russiska ríkiskassan fyri nógvar milliardir krónur.
Tann 36 ára gamli Abramovitsj hevur selt ein part av sínum partabrøvum í seinastuni. Hann hevur eisini fingið sær fleiri milliardir dollarar í vinningsbýti úr sínum feløgum, og tí hava fleiri gitt, at hann hevur havt ætlanir um at rýma úrt Russlandi. Spurningurin er so, um hann sleppur avstað, ella um hann fer at líða somu lagnu sum felagin Mikhail Khodorkovski.