tá ið TF-Holding yvirtók Eik Banka frá Fìggjarligum støðufesti, er tað eitt mál, sum skal fráboðast kappingarráðnum Tá ið minst tvær av luttakandi fyritøkunum hava ein umsetning í Føroyum, ið er omanfyri 4 milliónir krónur, og tá ið samlaði samtaks-umsetningurin er omanfyri 75. milliónir krónur, skal yvirtøkan leggjast fyri Kappingarráðið.
Tað er eisini gjørt.
Eik Banki Føroyar hevur sum høvuðsvirksemi at veita fíggjartænastur til privat og vinnulívið. Eik Banki Føroya er størsti peningastovnurin í Føroyum.
TF samtakið hevur sum høvuðsvirksemi at veita tryggingartænastur til privat og vinnulívið. TF Holding eigur dótturfelagið Betri Pensjón sum seinastu árini hevur selt lívs- og pensjónstryggingar.
Bæði Eik Banki Føroya og TF Holding hava íløguvirksemi í Føroyum.
Kappingareftirlitið heitir nú á fólk og fyritøkur, sum hava viðkomandi áhuga í hesum máli, um at koma við viðmerkingum til yvirtøkuna í seinasta lagi tann 11. februar 2011, kl. 12.
l: