Tær deyðu riturnar vórðu funnar á einum rættiliga avmarkaðum øki vesturi á Snæfelsnesi, og íslendska matvørueftirlitið gjørdi nú um dagarnar av at kanna, um riturnar kunnu vera deyðar av fuglakrími.
Á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fylgja tey við støðuni í londunum rundan um okkum. Føroyar eru við í einari felags fráboðanarskipan, soleiðis at Heilsufrøðiliga Starvsstovan fær boð innan fyri 24 tímar, um eitt av grannalondunum ávísir t.d. fuglakrím.
-Sum støðan er nú, meta vit tað ikki vera neyðugt at gera kanningar, men vit eru klár at fara at taka fuglar til kanningar, um so er, at hetta nærkast Føroyum, sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni.
Seinast myndugleikarnir gjørdu regluligar kanningar var í 2006, tá fuglakrím var staðfest í fleiri av okkara grannalondum.
-Tá kannaðu vit fuglar, sum fólk boðaðu frá, at tey funnu deyðar ymsastaðni í Føroyum, men fuglakrím varð tíbetur ongantíð staðfest, sigur landsdjóralæknin.
Fyri einum góðum ári síðani ein einstøk positiv kanning í Danmark, men hetta var bert tann eina kanningin, og seinni kanningar vóru allar negativar. Hetta fuglakrímið var at tí serliga sjúkuelvandi slagnum.
-Tá herdu vit okkara tilbúgving, men av tí at tað ikki gjørdist meira enn hesin eini tilburðurin, vórðu kanningar ikki gjørdar, sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni.