Løgreglan í Sør-Trondelag kannar deyðsfallið av einum 44 ára gomlum føroyingi sum morð.
Føroyingurin, sum var búsitandi í Nidarvoll í Trondheimi, varð funnin fríggjadagin seinnapart, og stutt eftir varð ein maður um sama aldur handtikin og skuldsettur fyri dráp.
- Maðurin er framvegis skuldsettur, men hann er leyslatin, meðan vit bíða eftir teknisku prógvunum. Vit rokna við, at tað fer at taka ein mánað, áðrenn tey fyriliggja, sigur Geir Ole Momyr, sum er kanningarleiðari í málinum.
Løgreglan hevur lagt hald á ein knív, sum mett verður er nýttur í málinum.
- Vit arbeiða framvegis við málinum sum eitt drápsmál, men kunnu kortini ikki útiloka, at maðurin kann vera deyður fyri egnari hond, sigur Geir Ole Momyr.
Løgreglan er annars ógvuliga tigandi um málið, og deyði maðurin verður umrøddur sum norðmaður, tí hann er norskur ríkisborgari. Geir Ole Momyr váttar tó, at maðurin upprunaliga er føroyingur.