Seinastu dagarnar hava nógvar søgur gingið á Facebook um eina vandamikla livrasjúku, ið ger um seg millum hundar.
Landsdjóralæknin váttar, at hon hevur fingið eina fráboðan frá einum føroyskum djóralækna um ein sjúkan hund, har talan møguliga er um sjúkuna Leptospirose. Royndir eru sendar til Danmarkar til kanningar.
Annars heldur landsdjórtalæknin, at talan er um storm í einum glasi, tí einki fordømi er um hesa sjúkuna í Føroyum. Hundar sum verða innfluttir, og hundar, sum fara at ferðast, skulu koppsetast móti hesi sjúkuni.
Landsdjóralæknin sigur, at sjúkan ikki smittar lætt millum hundar. Hon kann tó smitta frá hundum til fólk, og tí eru hyggjuráðini - sum altíð - at vaska sær um hendurnar eftir at hava nortið við djórið.
Birna Mørkøre, landsdjóralækni, sigur, at fólk eiga at sláa kalt vatn í blóðið og hon vil mæla fólki til at fara túrar við hundunum sum vant. Talan kann vera um nógvar aðrar sjúkur, enn júst livrasjúkuna, Leptospirose.
Svarini frá royndunum eru klár seinast í hesi vikuni ella fyrst í komandi viku.