Í løtuni verður seinasta hond løgd á eina frágreiðing, sum lýsir úrslitini av eini størri norðurlendskari kanning, har Føroyar, Ísland, Noreg, Svøríki og Danmark (vegna Grønland) hava samstarvað við tí fyri eyga at lýsa dálkingarstøðuna í havsúgdjórum fyri at fáa eina mynd av, hvussu dálkingarstøðan er broytt síðani 1980-ini og fram til nýggjari tíð.
Havsúgdjórini, sum eru kannað, eru nebbafiskur, sildreki, grindahvalur, skjórutur springari, nísa, ringkópur og klappus.
Dálkandi evnini, sum kannað er fyri, eru bromerað flammutálmandi evnir, so sum PBDE, perfluorerað evnir (PFOS) og polykloreraði naftalen (PCN).
Mannagjørd bromerað flammutálmandi evnir eru m.a. PBDE, meðan onnur helst eru av náttúrligum uppruna. Perfluorerað evnir sum PFOS, er ein bólkur av evnum, sum hava verið og lutvíst enn verða brúkt til at viðgera tilfar soleiðis, at tað ikki verður vátt ella feittut (Teflon/Goretex). PCN er ein bólkur av evnum, sum langt síðani vórðu bannað, men sum lutvíst verða til, í sambandi við at tilfar verður brent, eins og dioksin.
Havsúgdjór eru serliga útsett fyri fitiloysilig dálkandi evni, sum nøkur av hesum evnunum eru, av tí at tey hava so stórar fitigoymslur, har hesi evnini upphópast.
Fleiri av dálkandi evnunum minkaðu í tíðarskeiðnum, sum kanningin fevnir um. Hetta sást til dømis við PBDE, polykloreraðum naftalenum og PFOS, har PFOS var tað perfluoreraða evnið, sum varð funnið við hægst konsentratión. Hinvegin sást vaksandi innihald av øðrum perfluoreraðum evnum.
Innihaldið av PBDE vaks frá 1980unum til endan av 1990unum, og síðani er tað minkað aftur. Hendan gongd sást í øllum kannaðu sløgunum av havsúgdjórum og er hagfrøðiliga eftirfarandi í nebbafiski og skjórutum springara. Minkingin av PBDE í tíðskeiðnum 2000-2006 sást í øllum sløgunum og var størst (-44%) í ringkópi úr Grønlandi.
Fyri polyklorerað naftalen varð ikki ávíst nakað einstáttað rák, tó varð ávíst hagfrøðiliga eftirfarandi minking í hesum bólki av evnum í nebbafiski og klappus. Í hinum sløgunum varð bert staðfest minking av einstøkum evnum í bólkinum polykloreraði naftalenir, skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðu síni.