Planet Whale og World Society for the Pretection of Animals eru gingin saman um eina verkætlan, har endamálið er at kanna bóghvítuhval við Føroyar.
Tað er føroyingurin, Rógvi Absalonsen, ið er verkætlanarleiðari fyri WSPA, ið saman við Sarah Jackson, verkætlanarleiðara hjá Planet Whale, ið standa fyri verkætlanini í Føroyum.
Við portalin sigur Sarah Jackson, at tey høvdu fólk í Føroyum í fjør, og vóru væl móttikin.
Tað finst neyvan blíðari og meira hjálpsom fólk enn í Føroyum, og vit er sera takksom fyri ta stóru hjálp, vit hava fingið við fráboðanum frá fólki um eygleiðing av bóghvítuhvalum, sigur Sarah Jackson.
Ætlanin við eygleiðingini av bóghvítuhvalum er, at hjálpa føroyskari ferðavinnu.
Vit ætla at finna fram til støð á landi, har stórur møguleiki er at síggja bóghvítuhval, og royndirnar í fjør geva okkum eina ábending um, hvar nøkur av hesum støðunum eru, sigur Sarah Jackson.
Felagsskapirnir hava leigað seg inn í Vertshúsinum við einari framsýning av kanningunum frá í fjør, og hendan framsýningin verður opin hvønn dag í vikuni uttan sunnudag, og opið verður frá klokkan 10 til 18.