? Hergeir Nielsen vildi vita hvar markið lá ímillum uppskotini bæði. Hartil er at siga, at meðan landsstýrið beinleiðis hevur sum endamál, at vit skulu skipa Føroyar sum eitt fullveldi, so gongur okkara uppskot út uppá at seta eina nevnd, sum skal viðgera málið - úrslitið er tá ikki givið frammanundan, segði Jóannes Eidesgaard.
Jóannes Eidesgaard segði, at um tað er ein trupulleiki, at Javnaðarflokkurin ikki hevur skotið upp, at tað júst skal vera Høgni Hoydal, sum umboðar landsstýrið í nevndini, so skal tað ikki vera nakað problem.
? Vit høvdu bara tikið tað sum eina sjálvfylgju, at løgmaður útnevndi sjálvstýrismálaráðharran í nevndini - men er tað ein trupulleiki, so kunnu vit hjálpa samgonguni við tí, segði hann.
Til tað at Hergeir Nielsen legði Javnaðarflokkin at blanda saman útinnandi og lóggevandi valdið, segði Jóannes Eidesgaard, at tað er vanligt aðrastaðni, at forsætisráðharrin setur nevndir við umboðum fyri báðar partar, og hann vísti eisini á, at vit skulu vera varin við at tulka nýggju tingskipanina ov trongskygt.
Serliga tjóðveldismenn vístu á, at Javnaðarflokkurin hevur so ilt við at greiða frá, hvat hann vil á sjálstýrisøkinum. Hesum vísti Jóannes Eidesgaard tó aftur:
? Javnaðarflokkurin vil at Føroyar skulu definerast sum ein tjóð. Javnaðarflokkurin vil eisini, at vit skulu vera í ríkisfelagsskapi við Danmark, ella hava aðra líknandi skipan. Javnaðarflokkurin vil eisini, at Heimastýrislógin skal takast av, segði hann.
Hinvegin helt Jóannes Eidesgaard, at tað hevði verið áhugaverdari at vita, hvat Fólkaflokkurin stendur fyri.
? Eg fegnist um niðurstøðuna hjá Óla Breckmann um, at neyðugt er at hava Javnaðarflokkin við, segði Jóannes Eidesgaard, sum eisini vísti á, at tá Edmund Joensen tosar so nógv um grundlógina, so er tann spurningurin ikki so aktuellur.
? Tjóðveldisflokkurin tosar um grundlóg. Tað er sjálvandi tí, at Tjóðveldisflokkurin tosar um fullveldi.










