Tann 17. desember í 1967 fór táverandi avstralski forsætisráðharrin, Howard Holt, ein svimjitúr. Hann kom ikki aftur, og lík hansara varð heldur ongantíð funnið.
Síðani hevur dúgliga verið gitt, hvat var hent honum. Summi vildu vera við, at hann njósnaðist fyri Kina, og at ein kinesiskur kavbátur hevði tikið hann upp. Onnur hildu, at amerikanskir agentar høvdu beint fyri honum, tí hann hevði segðist hava ætlanir um at taka teir avstralsku hermenninar úr Vietnam. Uppaftur onnur hildu, at hann hevði tikið lívið av sær, og at enda hildu summi, at ein hávur hevði gjørt enda á honum.
Nú hava avstralsku myndugleikarnir gjørt av at kanna málið. Orsøkin til, at hetta ikki verður gjørt fyrr enn nú, er, at sambært lógini hava myndugleikarnir ikki kunnað kanna eitt tílíkt mál, uttan at líkið av tí deyða er funnið. Men nú er tann lógin broytt.










