Kann ávirka lønarkrøvini

- Politisku ætlanirnar, sum nýggja samgongan hevur stungið út í kortið, kann fáa ávirkan á sáttmálasamráðingarnar.
Tað staðfestir Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum.
Samráðingar eru í løtuni ímillum fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum og Fíggjarmálaráðið.
Sáttmálin gekk út á midnátt 30. september og nú nýggj samgonga er skipað verða samráðingarnar tiknar upp aftur.
Men Selma Ellingsgaard sigur, at nú vilja tey fáa fund við umboð fyri samgonguna fyri at fáa útgreinað, hvat ítøkiliga liggur í teimum ymsu orðingunum í samgonguskjalinum.
Hon sigur, at tað kann koma upp á tal at krøvini til tann nýggja sáttmálan verður endurskoður eftir veruleikanum, sum hann nú sær út við hesi nýggju samgonguni.
- Flatskatturin í samgonguskjalinum stríður ímóti grundhugsjónini hjá fakfeløgunum um samhaldsfesti, tí her er talan um ein skattalætta, sum serliga tey vælbjargaðu fáa gagn av.
- Allir limirnir í fakfeløgunum fáa lítið og onki gagn av skattalættunum.
Forkvinnan í Starvsmannafelagnum vísur eisini á, at nógv stúra fyri, at verður skattalætti veittur teimum vælbjargaðu, fer tað at økja um nýtsluna og tað fer sostatt aftur at elva til størri eftirpurning og harvið eisini til hægri prísir.
- Tað kann skjótt koma okkara limum aftur um brekkur, tí so er vandi fyri, at tann lítli skattalætti, teir fáa, verður uppetin av hægri prísum.
Selma Ellingsgaard vísir á, at tað eru eisini orðingar í samgonguskjalinum um rationaliseringar. Tað vilja tey eisini tosa við samgonguna um, tí tað elvir allaroftast til uppsagnir.
- Vit hava onki, at almenna umsitingin verður tillagað saman við starvsfólkunum. Men at seta sparingar í verk í óðum verkum, kemur mangan aftur um brekkur í øktum útreiðslum til sjúkrafráveru og verri tænastum, leggur hon afturat.
Les eisini greinina: Tað sker í hjartað og greinina: Fakfeløg tosa við andstøðuna um skatt.