Kann vera óheppið at eita Sars

Norsku brøðurnir Ernst og Hans Jørgen Sars, sum reka fyritøkuna Brødrene Sars, eru brádliga vorðnir kendir, nú tann herviliga lungnasjúkan SARS ger um seg nógvastaðni.
Hans Jørgen Sars sigur við Bergens Tidende, at nógv fólk steðga á, tá teir koma koyrandi við vøruvogninum, tí navnið Sars stendur á síðuni.

Men Sars-brøðurnir eru ikki teir einastu í Noregi, sum verða settir í samband við sjúkuna. Í fyritøkunu Sars Internationale í Bergen er skilið tað sama. Berit Berntsen, stjóri sigur, at tey fáa fleiri teldubrøv frá fólki um allan heim, sum biðja um upplýsingar um SARS-sjúkuna. Men hesum duga tey ikki at svara, tí Sars Internationale hevur einki við sjúkur ella sjúkukanningar at gera.

Sambært norsku hagstovuni eita 35 norðmenn Sars til eftirnavn.