Kann verða til stóran skaða

Verður bara eitt einasta ferðafólk í Føroyum, sjúkt av føroyskum mati, kann tað skaða bæði ferðavinnuna, matstovuvinnuna og matframleiðarar illa, sigur Bjørt Samuelsen.

Í longdini kann hetta verða eitt afturstig, sum ikki fer at menna føroyska matmentan.

Tað heldur Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi. Hon mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotini um at gera tað lættari at fáa fatur á føroyskum mati.

 

Í morgin fer Løgtingið at taka støðu til tvey slík uppskot, eitt frá Poul Michelsen, landsstýrismanni, sum fevnir um matvørur úr seyði og neytum, og eitt frá Fólkaflokkinum, sum er nógv víðgongdari, og fevnir um allar matvørur.

Í báðum førum verður mælt til, at tað skal vera til at sleja hesar vørur í handlum og í matstovum, uttan at tað er virkað á løggildum virki.

 

 

Les eisini: Nú verður lættari at fáa fatur á føroyskum mati

 

 

Bjørt Samuelsen staðfestir, at matvørutrygd er ikki at spæla við og nettupp tað er endamálið við kravinum um, at matvørur, sum verða seldar ígjøgnum heilsølur, í handlum og á matstovum, skal vera frá løggildum framleiðarum.

 

Hon vísir á, at durasøla er loyvd og tað er ein góð skipan, tí tá er tað álitið ímillum keypara og seljara, sum er avgerandi Men tá ið vørur erui heilsølum, í handlum og á matstovum, er støðan øðrvísi, tí tey hava túsundtals viðskiftafólk, eisini ferðafólk.

 

Skulu vit hugsa um matvørutrygd, hevur tað allar størstan týdning at tryggja fyrsta liðið í matvøruframleiðsluni, helst í sambandi við slakt og hagreiðing av kjøti, tí tað er her, at smittuvandin er størstur

 

Bjørt Samuelsen sigur, at matur, sum verður settur fyri sjúklingar á sjúkrahúsum, ella búfólk á ellis- og røktarheimum, har fólk við vánaligum mótstøðuføri, hava serlig krøv um tryggan mat, eigur sjálvandi at lúka nøkur grundleggjandi krøv.

Hon vísir eisini á, at fakligi kunnleikin á økinum, mælir frá at linka krøvini.

 

Lutfalsliga hava føroyingar eisini havt óvanliga nógvar tilburðir av botulismu, sammett við onnur lond. Hon vísir á, at ein kanning hevur víst, at frá 1987 til 2007, vóru níggju tilburðir av botulismu í Føroyum, og av teimum doyðu tvey fólk.

 

- Hetta verður nevnt fyri at strika undir, at botulisma er ikki at spæla við, og at vit í Føroyum eiga at taka serligt fyrilit fyri hesum, tí vit vita, at vandin er sera ítøkiligur.

 

Hon vísir eisini til gøluna um Jørns Rullepølser í Danmark stutt síðani, har 41 danir gjørdusat alvorliga sjúkir og 17 teirra doyðu.

- Slíkir tilburðir henda, tá framleiðari ikki veit, ella ikki vil taka reinførið í álvara, men heldur, “at tað kann neyvan vera so farligt”.

 

- Eisini listeria er væl kend og vanlig í Føroyum, og leggja eitt nú fiskiíðnaðurin og bøndur stóra orku í at fyrbyrgja júst listeriu.

 

Eisini E-Coli bakterian er heilt vanlig í Føroyum.

Bjørt Samuelsen heldur, at matvøruframleiðslan í Føroyum eigur at vera so mikið framkomin, at fólk føla seg trygg, at alt verður gjørt, sum gerast kann, at fyribyrgja slíkum tilburðum.

 

- Eitt einasta ferðafólk, sum fær slíka sjúku, kann skaða bæði ferðavinnu og matstovuvinnu og matframleiðaran illa, sigur Bjørt Samuelsen.

 

Hon vísir eisini á, at fleiri arbeiða við ætlanum um at framleiða føroyskar vørur til útflutnings, serliga til kræsnar gómar og matstovur.

- Øll londini kring okkum seta krøv um skjalprógv um, at framleiðslan er farin fram undir heilsutryggum og skipaðum viðurskiftum, sigur tingkvinnan fyri Tjóðveldi

 

Og hon heldur, at tað, sum nú liggur í kortunum, fer ikki at stimbra undir eina slíka menning, heldur tvørturímóti.