- Eingin ivi er um, at stóra eldgosið í Íslandi fer at goysa. Spurningurin er bara nær, sigur Uni Árting, jarðfrøðingur.
Tað er einki, sum bendir á, at Katla fer at goysa beint nú, men tá hon ger, so kann tað verða øgiligt.
Seinastu tíðina hava vit hoyrt nógv um, at stóra íslendska gosfjallið stendur á eggini til at goysa. Alskyns miðlar hava skrivað um íslendska fjallið, sum er fleiri ferðir størri enn Eyðafjallajøkul, ið goyst fyri nøkrum árum síðani. Men hvussu hongur veruleikin kring Katlu veruliga saman? Tað kanst tú lesa alt um í Vikuskiftis Sosialinum í dag.
Føroyingar hava eina tilbúgving til, tá ið stóra íslendska eldgosið fer at goysa, tí tað kann fáa alskyns avleiðingar fyri okkum.
Les nógv meira í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur á gøtuna í kvøld.










