Tað kann væl møguligt fáa avleiðingar fyri unga drongin, sum í hálvleikinum av landsdystinum ímillum Føroyar og Portugal í gjár valdi at renna inn á vøllin fyri at taka mynd saman við Cristiano Ronaldo.
Umboðið hjá FIFA, sum var á Tórsvølli í gjár, hevur latið eina frágreiðing inn um hendingina, og nú verður tað so upp til aganevndina í FIFA at avgera hvat skal henda víðari í málinum. Tað váttar Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, fyri Sosialinum í dag.
Um fótbóltssambond fáa bót fyri líknandi hendingar, so er tað ikki óvanligt, at bótin verður framsend til tann persónin, ið er atvoldin til bótina. Virgar Hvidbro vil ikki vísa aftur, at FSF kann finna upp á tað sama, um nú ein bót gerst veruleiki.
Umframt eina møguliga bót, so fær drongurin, sum rann inn á Tórsvøll í gjár, mest sannlíkt eitt bann fyri at koma aftur á Tórsvøll. Bíðað verður í løtuni eftir svari frá FIFA, sum FSF væntar at fáa innan ein mánað.