Verða nøkur stig tikin fyri at fáa Matrikulstovuna at arbeiða skjótari? Tað vil Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, nú hava at vita frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í innlendismálum.
Hann staðfestir, at tað er nógv ferð á føroyska búskapinum, og tað eru eisini nógv jarðarstykki sum verða keypt og seld í hesum døgum. Hetta setir stór krøv til Matrikulstovuna, sum er tann stovnurin, ið skal matrikulera og býta grundstykki frá, tá ið tey verða tikin burtur av eini størri ogn.
– Men fleiri fýlast á, at Matrikulstovan arbeiðir alt ov seint, sigur Bill Justinussen. Í hesum sambandi vísir hann á, at á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni stendur, at tað er ymiskt, hvussu langa tíð tað tekur at málsviðgera eitt mál, tá ið eitt grundstukki skal frábýtast, men ein vegleiðandi málsviðgerðartíð er ímillum 6 og 12 mánaðir.
– Tó kann tað fara væl upp um hálvtannað ár, og hetta er til miklan ampa fyri fólk, sum vilja sleppa í gongd við antin at byggja ella broyta, sigur Bill Justinussen.
Hann leggur afturat, at frábýti hvíla í sær sjálvum fíggjarliga, tí borgarin rindar kostnaðin fyri arbeiðið. Og tí spyr hann um tað kann hugsast, at tað ber til at seta ferðina upp og avgreiða mál um frábýti og matrikulering skjótari enn nú.