Kann tað vera ókeypis at ganga í kirkju ella á møti?

Svarið er: Nei, tað kann tað ikki!

Ein konsert í Eiðis kirkju, har atgongumerki vórðu seld, hevur elvt til nakað av orðaskiftium hvørt tað er rætt at gjalda við dyrnar fyri tiltøk í folkakirkjuni, ella ikki.

Fleiri hugsa beinanvegin um ta ferðina tá Jesus ruddaði templið í Jerusalem, og tveitti sølufólkini út úr forgarði heidninganna. Men, hendan hendingin í Jesu lívi, kann ikki setast í samband við atgongugjald fyri kirkjukonsertir!!!

Hendingin er torfør teologiskt, men sum evangelistarnir skilja hana er talan um eina profetiska hending (sí ávísingar í Dahls týðing), har hin leingi væntaði Messias reinsaði templið, fyrireikaði atgongd heidninganna, og tveitti øll tey á dyr, ið forðaðu fyri at vannligi jødin skuldi hava ráð til at keypa offurdjór til teirra guðsdýrkan í templinum.

Teir ið vekslaðu fremmandan valuta til tempulvaluta (jødar og proselyttar komu úr øllum heraldshornum at halda páskir í Jerusalem) tóku ov høg gjøld; og teir prestarnir ið skuldu góðtaka lýtaleysu offurdjórini, funnu mangan lýtir, har ongi vóru – t.v.s. teir snýttu fólk, og settu seg millum vannliga jødan og teirra guðsdýrkan.

At taka atgongugjald fyri eina kirkjukonsert, ið annars er sømulig, er ongin foring fyri guðsdýrkanini hjá vannliga kirkjufólkinum í dag, tí aftaná langafríggjadag er  «offrið miklað» farið framm, einaferð með alla.  Vit hava ikki longur brúk fyri at veksla pening til at keypa lýtaleys offurdjór – hitt gamla er farið, alt er vorðið nýtt!

Ein partur av hendingini tá Jesus tveitti sølufólkini í forgarði heidninganna á dyr, er soleiðis passé, tí tempulskipanin er passé, og øll upplýst kristin eiga at vita, at ongin kann krevja pening fyri okkara persónligu viðurskifti við Guð!

Um eitt kirkjuráð, ella eitt stýrið fyri eitt misiónshús ella eina samkomu ynskir at stuðla einum «hóskandi/virðiligum» tónleikatiltaki við at taka atgongugjald, er ikki ein guðfrøðiligur spurningur, tí tað kann aldrin verða skeivt ella synd at stuðla góðum tiltøkum. Og spurningurin er í heilatykið bíbliunni óviðkomandi!

Hvat ið so er „hóskandi/virðiligur“ tónleikur ella ikki, tað kann bara samtíðin meta um.  Eg yvist ikki í at tey hvøllu buldrini, ið vóru at hoyra undir guðstænastunum í templinum í Jerusalem, fyri tveimum túsund árðum síðani, høvdu rætt lívið úr okkara forfedrum (sí  Slm. 150)!  Og nógv av tí tónleiki, ið er ein sjálvfygja í samkomunum í dag, hevði verið roknaður fyri tann reini „djevulskapur“  fyri hálvari øld síðani!

So er tað spurningurin um tað kann vera ókeypis at ganga í kirkju ella á møti!? Svarið er, sum longu nevnt, nei! Í hvussu so er, ikki hjá teimum, ið ganga regluliga í kirkju ella á møti!

Fólkakirkjulimir gjalda kirkjuskatt, og tey sum ganga á møti, gjalda sjálvboðin stórar upphæddir, tí tað kostar at hava og reka bygningar.  Snúltarnir hava óyva somu atgongd til ríki Guðs, sum øll onnur;   men, tey truføstu í fólkakirkjuni,  í vekingarrørðslunum og í frælsu samkomunum gjalda sanniliga fyri sínar guðstænastur og síni møtir, tí uttan gjald til bygninga,r rakstur og lønir, bar samkomulívið, sum vit kenna tað í dag, ikki til!!

Víst gjalda vit ikki við dyrnar – ongin verður sendur útaftur um viðkomandi ikki hevur pening til eitt atgongumerki. Men, antin vit hava goldið frammanundan við kirkjuskatti, ella við sjálvbodnum gávum undir møtunum, so kostar tað at ganga í kirkju ella á møti – eisini í reiðum peningi!

So latum okkum ikki tvætla um, at tað skal vera gratis at ganga i kirkju ella á møti!  Jú tað er gratis hjá snúltarunum (um tað slagið nú finnst í Guðsríkinum), meðan tey trúføstu noyðast at gjalda!

Og atgongumerkjagjald til kirkjukonsertir?  Váharra heur annað at hugsa um!