Verandi fiskiloyvi fara úr gildið á nýggjárinum, og tískil ætlar fiskimálaráðharrin, at fiskidagar einans verða ásettir fyri restandi ári.
Hetta hevur fest ilt í manningar- og vinnufeløgini, sum flest øll ynskja at fiskidagarnir verða galdandi fram til næsta summar. Í gjár vórðu summi teirra til hoyringar í Løgtingsins Vinnunevnd, og har gjørdi Suðurstreymoyar Útróðrarfelag púra greitt, at teimum hóvaðu lítið fyriliggjandi uppskoti.
- Landsstýrismaðurin ætlar at halda seg til tilmælini sum Havstovan hevur. Tað vil siga, at inntaka alla teir óbrúktu fiskidagarnar og síðan 50 prosent av teimum brúktu døgunum. Heldur landsstýrismaðurin seg til hetta tilmæli, so kann hann akkurát tað sama taka allar dagarnar frá okkum, tí ongin kann liva og enn minni fáa sína fyritøku at bera seg við teimum døgum, sum hann tá hevur eftir at fiska í, ávarar Mortan Johannesen vegna nevnd Suðurstreymoyar Útróðrarfelags í hoyringsskjali.
Mortan Johannesen heldur avgjørt ikki, at fiskastovnurin kemur í vanda fyri ovfiskaríi við verandi skipan.
- Hyggur man at brúktum fiskidøgum, í staðin fyri óbrúktum fiskidøgum og samanlíknar við hvussu nógvir bátar, sum í heila tikið rógva út, so er eingin vandi á ferð. Og her má man eisini taka hædd fyri hvat ein fiskidagur hjá einum útróðrarbáti í hesum klassanum er í mun til aðrar fiskidagar. Tað vil siga, at allir fiskidagar eru so verri enn so líka.
- Tí mótmæla vit hesum ætlanum, sigur Mortan Johannesen.
Síðani fiskadagaskipanin varð sett í verk miðskeiðis í 1990unum, hevur ásetingin av døgunum verið klovin millum vísindaligu tilmælini úr Havstovuni og vinnuligu tilmælini úr Fiskidaganevndini. Á nærum hvørjum ári hevur Havstovan mælt Løgtinginum til at skerja fiskidagatali – serliga fyri hýsu og toska stovnin, meðan fiskidaganevndin hevur mælt frá at broyta í fiskidagatalinum.










