Kann skapa øsing ímóti føroyingum í Danmark

- Tað er stór og vanærilig skomm at fara til Danmarkar at biðja um hægri blokk.

Tað eru oddafólkini í trimum av landsins stóru fakfeløgum púra samd um.

Vit hava spurt Selmu Ellingsgaard, forkvinnu í Starvsmannafelagnum, Hans Joensen, formann í Havnar Arbeiðsmannafelag og Georg F. Hansen, formann í Føroya Arbeiðarafelag, hvat tey halda um ætlanina at samgongan fer til Danmarkar at biðja um hægri blokk.

Tey siga, at hetta er ikki ein spurningur, sum er viðgjørdur í fakfeløgunum, tó at tað ikki slepst undan, at tað er umrøtt.

Tey leggja sostatt dent á, at teirra áskoðan er fyri teirra egnu rokning.

Og tey eru eru øll samd um, at hetta er stór skomm.

- Tað er langt úti at fara til danir eftir pengum so at samgongan kann fíggja ein skattalætta til tey, sum frammanundan hava mest, siga teir báðir arbeiðaraformenninir.

Eisini forkvinnan í Starvsmannafelagnum heldur, at hetta er ikki virðiligt.

Hon var sjálv í Danmark í lestrarørindum í ringu kreppuni í nítiárunum og sporini ræða.

- Hetta er ómetaliga svárt at svølgja.

- Tað var ikki altíð stuttligt at vera føroyingur í Danmark tá, sigur hon

Hon stúrir fyri, at vit enda aftur í somu støðu sum í nítiárunum, tá ið eg tað hoyrdist, at danir skrivaðu á bilarnar: Spar i skat, skyd en færing.

- Onkur danir lat okkum týðiliga vita, hvussu lítið teir hildu um okkum.

- Eg hoyrdi eisini um føroyingar, sum vóru so illa við av støðuni, at teir vildu ikki viðurkenna sín tjóðskap, men fortaldu, at teir vóru íslendingar.

Hon stúrir fyri, at fara vit aftur nú til Danmarkar at biðja um meiri pening, fer tað einaferð enn at vekja somu kenslur í danskarum, sum tað gjørdi tá.

- Tað hava føroyingar í Danmark ikki uppiborið

Selma Ellingsgaard sigur, at hon veit ikki, hvørja grundgevingar føroyingar fara at brúka fyri umbønini um at hækka blokkin.

- Men skal peningurin brúkast til at fíggja ein skattalætta til vælbjargaðar føroyingar, vænti eg, at tað verður ivingarsamt, hvussu heit ein tann reyða, danska stjórn verður fyri tí, sigur Selma Ellingsgaard.

- Og tað hevði ein blá stjórn neyvan verið heldur, leggur hon afturat.