Politiið hevur tvær vikur til at kanna, hvør maðurin í grundini var, sum kom til Føroya mánamorgunin við følskum passi.
Maðurin var í grundlógarhoyri í Føroya rætti mikudagin, og tá valdi dómarin at varðhaldsfongsla mannin í tvær vikur, sum politiið segði seg hava fyri neyðini at kanna, hvør maðurin var, og hvaðani hann er ættaður.
Útlendingurin vildi ganga við til at sita eina viku og kærdi avgerðina hjá rættinum til landsrættin. Menlandsrætturin staðfesti úrskurðin hjá Føroya rætti.