Kann revsast fyri at leka trúnaðarupplýsingar

– Sjúrður Skaale hevur brotið tagnarskylduna. Og tað er revsivert sambært revsilógini.

 

So bersøgin er Bjørn á Heyum, advokatur, sum verður at hoyra í Radaranum hjá Kringvarpi Føroya seinnapartin í dag. Útvarpið tekur málið upp, nú Bárður Nielsen hevur sett løgmanni fyrispurngin um trúnaðarskjølini í sambandi við fullveldissamráðingarnar, har hann eisini spyr løgmann, hvat hann fer at gera við tað, at fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum hevur likið trúnaðarupplýsingarnar í bók síni »Tá Føroyar skuldu loysa«.

 

Annfinn Vitalis Hansen, advokatur, gevur Bjørn á Heygum rætt.

 

– Um onkur meldar Sjúrð Skaale fyri at hava likið út trúnaðarupplýsingar – og um løgreglan tekur málið upp, so kann tað enda við, at Sjúrður Skaale verður dømdur, sigur hann við útvarpið.