Tað kann fáa sera óhepnar avleiðingar, um tað skuldi hent, at virusini HIV og Influensa A (svínakrímið) verða blandað saman Serfrøðingar hjá Heimsheilsustovninum siga, at fólk, sum eru HIV-smittað, eru í serliga stórum vanda fyri at fáa Influensa A, um tey koma í samband við ta sjúkuna.
WHO ásannar, at vandin fyri einari samanrenning millum Influensa A (svínakrímið) og HIV er størstur í Afrika, og stovnurin mælir tí øllum myndugleikum til at skipa so fyri, at fólk har fáa alla neyðuga hjálp, skuldi tað hent, at Influensa 1 verður staðfest har.
Einasti uggin er, enn enn er eingin tilburður av Influensa 1 staðfestur í Afrika, sigur WHO.










