Kann noyðast at taka koyrikortið av nýggjum

- Hetta var helst eitt víkiskyldu-óhapp, har annar bilførarin ikki helt sína víkiskyldu, sigur løgreglan.

Tað var eingin fólkaskaði, men nakað av materiellum skaða, tá tveir bilar seinnapartin í gjár stoyttu saman í Saltangará.

 

Løgreglan sigur, at hendingin fór fram á Heiðavegi, beint við Bónus-handilin, sum er har.

 

- Hetta var helst eitt víkiskyldu-óhapp, har annar bilurin ikki helt sína víkiskyldu, men málið verður kannað nærri.

 

Um tað vísir seg, at annar bilførarin ikki helt sína víkiskyldu, kann avleðingin verða, at viðkomandi noyðist at taka koyrikortið av nýggjum.