Kann nakar hjálpa við upplýsingum?

Undir Kletti í Havn:

Er tað nakar, ið kann geva upplýsingar um eftirkomarar hjá Maren Frederikku Hansen (Hansdatter) úr Koltri og Hans Paula Joensen, undir Kletti, í Havn?

Eitt av børnum teirra var kendi handilsmaðurin í Havn, Hans Joensen, undir Kletti

Hesir upplýsingar eru tøkir:


Hans Pauli Joensen, undir Kletti f. 30.12-1809 í Havn

Marin Frederikka Hansen (Hansdatter) f. 07.01-1825 í Koltri

Tey giftust í Havnar kirkju 14. oktober 1847


Hans Joensen og systkin hansara:

Jógvan Joensen (Joen Joensen) f. 17.08-1848

Maria Anna Katrina (Marie Anne Cathrine) f. 09.02-1850

Marin Elisabet (Maren Elisabeth) f. 01.03-1852

Hans Joensen f. 25.09-1854

Johannes Joensen f. 09.10-1855

Nickels Joensen f. 20.03-1858

Hanna Elisa (Hanne Elisa) f. 09.02-1861

Poulina Fredrikka (Pouline Frederikke) f 13.04-1863

Mikal Joensen (Michael) f. 04.06-1865

Andrea Karolina (Andrea Caroline) f. 22.07-1867


Í fráflytingarlistanum fyri Suðurstreymoy sæst, at Jógvan fór til Keypmannahavnar 14. mai 1866, og hann er komin aftur onkuntíð millum 1870 og 1880, tí í 1880 er hann aftur heima og stendur at vera keypmaður eins og pápin. Helst hevur hann verið uttanlands og fingið sær handilsútbúgving.

Kennir nakar eftirkomarar eftir Jógvan? Hans Joensen stendur at vera ”handelsbetjent” í 1880.


Í 1870 eru øll børnini heima uttan Jógvan, sum tá var í Danmark.

Í 1880 eru trý av børnunum ikki heima: Maria Anna Katrina, Nickels og Hanna Elisa.

Í 1890 er Hans Pauli einkjumaður, og trý børn eru heima: Maria Anna Katrina, Hans og Andrea Karolina.

Í 1901 er Hans Joensen einsamallur í húsi, og tá býr hann ikki undir Kletti.

Í 1911 er hann giftur maður við Annette, ættað úr Noregi, og tá búgva tey í Niels Finsensgøtu og hava fingið sonin Hansemann. Jens av Reyni býr eisini hjá teimum.


Ólavur Clementsen hevur kannað hvørji deyð eru í Havn fram til 1892, og ongin av børnunum hjá Hans Paula eru har at finna. Eisini hevur hann hugt at lista í kirkjubókini yvir tey, ið fráflutt eru, og har fann hann heldur einki av hesum børnum. Men fráfaringarlistarnir eru neyvan fullfíggjaðir.


Í 1901 búgva tríggjar av systrunum hjá Hans Joensen í húsunum undir Kletti: Maria Anna Katrina, Maria Elisabet og Andrea Karolina.


Maria Restorff, dóttir Hans Joensen, segði at tvær pápasystrar fluttu til Amerika. Hvørjar vita vit ikki. Eingir upplýsingar eru um møguligar eftirkomarar teirra ella hjá hinum systkjunum hjá Hans Joensen.


Birgit av Lofti, tlf. 312045, og Kirstin Lindberg, tlf. 314202 ella á teldupost: lofti@post.olivant.fo høvdu verið sera fegnar um onkur kundi givið teimum upplýsingar um langabba- og langommu teirra, Maren Frederikku Hansen (Hansdatter) ættað úr Koltri og Hans Paula Joensen, undir Kletti í Havn og systkini hjá abba teirra, Hans Joensen, undir Kletti.