TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr fótbóltspanelið, sum varð á Rás2 seinnapartin.
Í dag mannaðu Leivur Frederiksen og Tróndur Arge panelið. Teir viðgjørdu 5 evnir :
1) Er tað ein góð avgerð hjá KÍ at leingja við Mikkjal Thomassen áðrenn gylta fjórða plássið er tryggjað?
2) Átti Víkingur at bíða við at kunngjørt, at Sámal Erik Hentze verður venjari komandi kappingarár til kappingin í ár er liðug?
3) Hvussu sær út við fótbóltsframtíðini hjá Tórði Thomsen til komandi kappingarár?
4) Leivur og Tróndur mettu um umfarið í effodeildini hesaferð.
5) Hvussu leingi aftrat heldur Brendan Rodgers, sum høvuðsvenjari hjá Liverpool FC?