Síðan løgtingsvalið í 1998 er fíggjarligi parturin av einum valstríði vorðin alsamt størri. Sigast kann at valstríð í dag eru vorðin handilskend, eins og vit kenna tað úr USA. Støddin er ikki tann sama, men rákið gongur tann vegin.
Beinta í Jákupsstovu vísti í áhugaverdari framløgu av eini kanning, hon hevði gjørt undan kommunuvalinum í 2004, á júst hetta rákið.
Í kanningini spurdi hon millum annað »Um tygum verða biðin um at standa á lista til kommunuvalið 2004, hvar er svarið?«.
Fýra valmøguleikar vóru til spurningin, »Ja, eg havi hug at stilla upp«, »Ja, kanska«, »Nei, eg haldi ikki« og »Nei, eg havi ongan hug«.
Ein respondentur svaraði »Nei, eg haldi ikki« og kom við teirri grundgeving, at »Hetta kemst av, at hetta at stilla upp er vorðið so ovurhonds dýrt. Hetta er einasta grund!«.
Í somu framløgu vísti hon eisini á útreiðslur hjá teimum, ið vóru uppstillaði til kommunuvalið 2004. har vísti rákið seg verða, at tess fleiri bý- ella bygdaráðssessir eru í kommununi, tess fleiri vóru útreiðslurnar.
Í miðal nýttu tey uppstillaðu, har býráðið taldi 11 ella 13 limir, 3.909 krónur í part, og har vóru útreiðslurnar alt frá null og heilt upp til 60.000 krónur.
Skeiklar fólkaræðið
At valstríðini eru blivin somikið handilskend ávirkar í stóran mun hvørji verða uppstillaði. Beinta í Jákupsstovu hevði í kanningini millum uppstillaði og vald í 2004 eisini spurt um ársinntøkuna hjá húsarhaldinum.
Hesi tølini hevði hon so samanborðið við kanningarúrslit frá medborgarakanning hjá Hallberu West, og tølini vísa á júst hvussu skeivt býtið av uppstillaðum og valdum er.
Sum heild millum fólk høvdu 29 prosent av húsarhaldunum í Føroyum eina ársinntøku á minni enn 250.000 krónur, og 12 prosent av húsarhaldunum lógu omanfyri 600.000 krónur.
Bert 12 prosent av uppstillaðu vóru úr húsarhaldi við láginntøku, og bert níggju prosent av teimum vórðu vald.
Samstundis vóru heili 21 prosent av uppstillaðu úr húsarhaldi við háinntøku, og heili 24 prosent av teimum valdu vórðu úr tí bólkinum.
Orsøkin til hetta skeiva býtið liggur eftir øllum at døma í at valstríðini eru blivin handilskend, og at tað eru júst fólk við peningi, ið hava ráð at profilera seg, meðan hini antin ikki hava ráð, ella halda seg aftur frá at stilla upp.
Úrslitið er eitt skeivt fólkaræðisligt býti, har ein tíggjundapartur av fólkinum gerast ein fjóðringur av valdu umboðunum, meðan ein knappur triðingur av fólkinum bert verða umboðaði við einum tíggjundaparti í bý- og bygdaráðunum.
Umframt at tað eru fólk við góðum inntøkum, so eru eisini nøkur, sum kunnu hella seg til sponsorpengar, og tað heldur Beinta í Jákupsstovu sera lítið um.
- Pengagávur til valstríð kunnu verða gávur, har gevarin vil hava nakað afturfyri, og hetta eru gróðrarlíkindi fyri korruptión og mafiamentan, segði Beinta í Jákupsstovu undir framløguni.
Niðurstøðan fær tí ikki verðið øðrvísi enn ein staðfesting av, at tað ber til at keypa sær ein býráðssess.