Kann ikki stevna CIA

Ein dómstólur í amerikanska statinum Virginia hevur gjørt av, at týski ríkisborgarin Khaled El-Masri kann ikki stevna amerikonsku fregnartænastuni CIA og krevja endurgjald, tí CIA burturflutti hann fyri tveimum árum síðani.

Amerikonsku myndugleikarnir hava viðgingið, at CIA burturflutti Khaled El-Masri sum lið í bardaganum ímóti yvirgangi og flutti hann til eitt fongsul í Afghanistan, men at tað var eitt mistak. Sambært týska innanríkisráðnum skal El-Masri hava fingið 500.000 dollarar í endurgjaldi, men tað avsannar sakførari hansara, Manfred Gnijdie. Umframt endurgjald vil El-Masri hava eina almenna umbering frá amerikonsku myndugleikunum, sigur sakførarin við AP.

Tað vakti stóran ans í Týsklandi, tá tað kom fram, at CIA hevði burturflutt ein týskan ríkisborgara.