Kann ikki samanlíknast

Erland Mørkøre er skipari hendan túrin við gamla Smyrli. Hann hevur silgt á hesi farleiðini síðani 1984, fyri tað mesta sum yvirstýrimaður. Erland heldur, at verður nýggi Smyril líka góður sum hesin, skal man ikki lata illa at  men hann skuldi helst verði betri, tí hann er skraddaraseymaður til júst hesa farleiðina.


Erland væntar, at ein av størtsu broytingunum á brúnni verður, at tú ikki verður noyddur at fara út um á síðudekki at manerera skipið móti kei, tí á nýggja Smyrli er øll brúgvin innilokað. Meðan skipið legði at á Krambatanga hendan túrin, gekk skiparin í oljuklæðum, tí verðrið var so illfýsið.
Sjálvt um nýggja skipið verður munandi størri enn tað gamla, væntar Erlandi ikki, at tað fer at geva trupulleikar við at leggja at.
- Nýggi Smyril hevur so mikið góða maskinorku, at tað verður ongin trupulleiki. Tekniskt er hann eisini so væl útgjørdur á brúnni, at hann alt annað líka, má verða góður at manerera við, heldur Erland og leggur afturat, at sjálvt um gamli Smyril er sera góður at manerera, má ásannast, at tíðin er farin frá honum.
Flest góðir túrar
Spurdur um hann minnist onkrar serliga buldrutan túr við gamla Smyrli, sigur Erland, at tað munnu tað nokk hava verið, men at teir góðu túrarnir hava verið nógv fleiri.
- Onkur heldur ivaleyst, at hesin túrurin hevur verið ringur, men soleiðis komi eg ikki at minnast hann. Nakað av vindi var suðureftir, men seinkingin stóðst serliga av, at tað tók so langa tíð at lasta skipið. Vit hava fult skip báðar vegir henda túrin, og arbeiðsumstøðurnar at lasta eru ikki av teimum bestu. Í so máta kann hetta skipið als ikki samanlíknast við tað nýggja, sum er 45 m longri. Og tað fer at geva teimum á dekkinum munandi betri arbeiðsumstøður, sigur Erland.