Fyrsta spurningin vit settu teimum báðum var, hví tað júst er Hillerød, sum í dag hevur gleðina av fótbóltsevnunum hjá teimum báðum. Støða teirra er kanska eitt sindur ymiskt á hesum øki, tí meðan Helga longu hevur spælt á hægsta støði í Danmark í fleiri ár, so er Eyðvør júst komin til Danmarkar.
Helga greiðir frá, at hon hevði spælt í Rødovre í góð fýra ár, tá hon setti sær fyri at finna nýggjar avbjóðingar.
- Við tíðina var tað vorðið alt meira sosialt í Rødovre. tær, sum eg spældi við á liðnum, vóru nærum allar væl eldri enn eg, og spældu meira fyri at hugna sær, nú tær so smátt hómaðu endan av sínari fótbóltsleið. Eg helt sjálv, at ætlaði mær at koma víðari, og tí royndi eg at finna mær eitt annað felag.
Hillerød er eitt sterkt felag, har nógvir landsliðsleikarar hava sína dagligu gongd. Harumframt kendi eg eisini venjaran hjá teimum, sum eisini áður hevði spurt meg, um eg var áhuga at koma har at royna meg, og tað endaði so við, at eg tók av.
Eyðvør sigur, at tað at hon í dag er í Hillerød, í stóran mun hongur saman við, at Helga eisini er har. - Upprunaliga var ætlanin, at eg skuldi fara til Rødovre at royna meg, men tá Helga nú skifti felag, so broyttist støðn hjá mær eisini. Tað er jú eitt sindur lættari at hava onkran at halda seg til, heldur enn at koma púra fremmandur inn í eitt nýtt umhvørvi.
- Harumframt er tað eisini ein risastór avbjóðing at koma til Hillerød. Talan er jú um eitt felag, sum strembar móti toppinum av donskum fótbólti, og hesum vil eg heldur enn fegin vera ein partur av, um tað kann lata seg gera.
Hillerød hevur eina ætlan
Seinastu nógvu árini, hevur toppurin av donskum fótbólti verið samansettur av nøkrum heilt fáum liðum, men í Hillerød ætla tey í øllum førum, at eitt lið skal leggjast afturat hesum innan alt ov langa tíð.
Helga greiðir frá, at tey í felagnum byrjaðu eina langtíðarætlan fyri einum tveimum árum síðani, har tey settu sær sum mál at verða við til at mynda oddin í bestu fótbóltsrøðin innan ávíst áramál. - Hetta er so eisini tað, sum er í ferð við at henda í løtuni. Ikki tí, venjarin leggur einki trýst á okkum, hóast fjórða plássið, sum vit eru á í løtuni.
Áðrenn seinna helvt av kappingini byrjaði, komu vit ásamt um, at málið fyri í ár er at gera tað so gott sum gjørligt. Venjarin legði tó afturat, at komandi kappingarár er nokk eingin ivi um, hvat málið skal vera, so tá hava vit helst eitt krav um heiðursmerki av onkrum slag.
Tá Helga tosar um langtíðarætlanir, og hvussu tað verður satsað upp á kvinnufótbólt, kundu vit ikki bara okkum, men spurdu tær báðar, hvussu stórur munurin er á kvinnufótbólti í Danmark og heima í Føroyum.
Ikki kann sigast annað enn, at boðini vóru greið. - Í Føroyum verður jú slettis ikki satsað upp á kvinnufótbólt, so forholdini kunnu ikki samanberast á nakran sum helst hátt. Í Føroyum er tað at kalla tilvildarligt, hvør verður settur at venja, og onkuntíð eru tað eisini leikararnir, sum gera hetta av, greiður Helga frá.
Eyðvør leggur afturat, at bara tað at koma til venjingar niðri í Danmark, er fullkomuliga øðrvísi enn heima í Føroyum. - Her koma genturnar til venjing, tí tær veruliga vilja venja. Stemningurin og andin yvir venjingunum er eisini heilt øðrvísi, og allar geva alt tað orka, hvørja ferð farið verður á vøllin.
Helga sigur víðari, at hetta við tilrættislegging av venjingum og annað, eisini er á einum heilt øðrum støði. - Liðið hevur ígjøgnum eina tíð lagt seg eftir eini ávísari spæliætlan, har vit spæla 4-4-2 við flatari verju, og hetta sæst eisini aftur í venjingunum, har vit aloftast venja lutir, sum beinleiðis relatera til okkara spæliætlan. Tað sæst eisini á teimum leikarum, sum hava verið her leingi, at tær vita akkurát, hvar teirra pláss er á vøllinum, og hvussu liðið og einstøku leikararnir skulu bera seg at í ymsu støðunum, sum íkoma undir dysti.
- At vit spæla vi flatari verju, merkir eisini, at vit í verjupartinum skulu spæla við økisdekking, og hetta setir heilt onnur krøv til leikararnar. Her er ikki nóg mikið bara at hava góðan bóltførleika, tí allir leikararnir verða so at siga noyddar at »hugsa« fótbólt.
Meira ferð á
Sjálvt støðið í donskum fótbólti er eisini nakað væl hægri enn heima í Føroyum, og sambært teimum báðum, so er ein av stóru mununum, at nógv meira verður gjørt við fysiska partin av venjingini. Vant verður fýra ferðir um vikuna, men í januar mánaði varð vant fimm ferðir um vikuna.
Tær dylja heldur fyri, at tað onkuntíð kann vera torføt at fáa tíðina at røkka til alla venjingina. Sum er, hava tær ávíkavist ein og tveir tímar at ferðast til venjingarnar, og tá man so eisini skal ferðast heim aftur, er einki at taka seg aftur í, at nógvir tímar verða nýttir til fótbóltin.
At so nógv orka verður nýtt til venjingar, merkir eisini, at leikferðin er munandi hægri enn heima í Føroyum, og sambært teimum báðum er hetta eisini tað, sum er torførast at venja seg við, tá farið verður niður at royna seg.
Hægri ferðin á spælinum merkir tó ikki, at liðini bara royna at renna alla mótstøðu um koll. Sambært Helgu, sum náttúrliga er tann av teimum, sum hevur flestu royndirnar í donskum fótbólti, og royna tey flestu liðini eisini at »spæla« fótbólt.
- Sum dømi kann nevnast Vejle, sum hóast sína støðu niðarliga í deildini, er eitt av teimum liðum, sum veruliga roynir at spæla fótbólt.
Landslið ella ikki?
Seinnu árini hevur nógv verið tosað um, hvørt Føroyar skulu hava eitt A-landslið hjá kvinnum. Avbjóðingarnar her heima eru jú ikki so nógvar, og um ein spælari kanska hevur verið føroyameistari tvey ella trý ár á rað, so er ikki so øgiliga nógv annað, sum viðkomandi kann røkka.
Fleiri hava tosað um, at um eitt kvinnulandslið var, hevði hetta eisini viðført, at spælarar kring landið løgdu meira fyri í fótbóltshøpi, tí tær hóast fleiri meistaraheiti eisini høvdu havt onnur mál at rokkið.
Í Hillerød venja tær báðar sum sagt saman við fleiri landsliðsleikarum, og vit spurdu eisini, um hetta ikki hevði eina ávirkan á teirra hugburð til spælið.
Hvørgin av teimum báðu føroysku gentunum tykjast tó at hava hugsað alt ov nógv um henda spurning. Tær siga seg hinvegin hava úr at gera, í royndini at vinna sær fast pláss í Hillerød, og at hetta uttan nakran sum helst iva er ein uppgáva, sum er nógv torførari enn at vinna sær pláss á einum møguligum føroyskum landsliði.
Hilerød hevur ein leikarahóp upp á 24 leikarar, harav eini 18-19 eru rættuliga góðar, og sjálvandi er kappingin um fyrstu ellivu plássini á liðnum hørð millum hesar leikarar.
Helga heldur annars, at tað við einum føroyskum kvinnulandsliðið á ein hátt bítur seg sjálvt í halan. - Tað eru fá lið, og tískil fáir leikarar, og skal eitt lið setast saman, er nærum givið frammanundan, hvørjir spælarar verða tiknir við. - Hinvegin kann spurningurin sjálvandi eisini, um tað ikki høvdu verið fleiri leikarar, um eitt A-landslið var at stremba ímóti.
- Eg haldi tó, at tað var skeivt at melda frá, tá arbeiði var farið í gongd, tí hetta viðførdi at neistin líka sum úr arbeiðinum aftanfyri.
Tær báðar eru tó als ikki avvísandi fyri, at landsliðsarbeiðið skal takast upp aftur i framtíðini, men sum tær siga, so skal hetta ikki verða, bara fyri at hava eitt landslið, men heldur tí ein verulig ætlan um menning av kvinnufótbóltinum liggur aftan fyri.
Jákup ikki einsamallur
Hvat framtíðin so hevur at bjóða teimum báðum í fótbóltshøpi er sjálvandi ilt at siga.
Sum sagt liggur tað líka sum í kortinum, at Hillerød komandi árini skal taka enn fleiri stig uppeftir røðini í donskum fótbólti, og stendur tað til tær báðar føroysku genturnar, verða tær ein partur av ætlaða framstiginum.
Ógjørligt tykist hetta á ongan hátt at vera. Inniverandi kappingarár er líkt til, at felag teirra fær eina endastøðu á fjórðovasta sessinum í Eliteserien, men talan er um rættuliga nógvar ungar leikarar, sum allar hava góðar møguleikar at menna seg enn meira, so hvør veit.
Í løtuni er góður møguleiki fyri, at Jákup Mikkelsen verður fyrsti føroyingur, sum vinnur gull í fremstu røð í donskum fótbólti, men verður hetta veruleiki, gongur kanska ikki so long tíð, áðrenn til hann ikki longur er einsamallur føroyingur um at breggja sær av hesum.
Hillerød hevur eina greiða ætlan fyri framtíðini, og Helga Ellingsgaard og Eyðvør úr Dímun eru báðar partar av hesi.