Kann ikki samanberast

Heðin Mortensen, Borgarstjóri í Havn
-------------
Jan Christiansen, fyrrverandi borgarstjóri, hevur í miðl­un­um í vikuni funnist hvassliga at kostnaðinum av at reka Tórs­havnar Kommunu, sum er vaksin nógv seinastu ár­ini.
Tað er rætt, at raksturin er vaksin hesi seinastu 10 árini, men tá ið tað er sagt, so er eisini neyðugt, at hyggja nærri eftir, hvussu komm­unan sá út fyri 10 árum síðani í mun til í dag. Tað er ein sann­roynd, at Tórs­havnar Komm­una er nógv broytt hesi 10 árini, og tí ber illa til at saman­bera hesi tøl, Lut­falsliga er rakst­rar­kost­naðurin tó vaksin sera lítið.

Ein størri kommuna og fleiri tænastur
Í hesum 10 ára tíðarskeiði er Tórshavnar Kommuna vaksin við fleiri bygdum/oyggjum, sum frammanundan vóru sjálv­­­støðugar kommunur. Við árs­byrjan í 2005 løgdu Hest­ur, Nóls­oy, Velbastaður og Kirkju­bø saman við Tórs­havnar Komm­unu, og tað sigur seg sjálvt, at tað hevur nakrar økt­ar útreiðslur við sær.
Harafturat hevur man í hes­um tíðarskeiði eisini sett á stovn eina ókeypis bussleið í kommununi, sum er ein av mongum nýggjum tænastum til borgaran. Aðrar nýggjar tæn­­astur í hesum tíðarskeiði eru eitt nú frítíðarskúlatilboð til 2. flokk, fleiri dagstovnar, sysktinaavsláttur, fleiri ung­dómstilboð og fleiri komm­unu­­læknar. Harafturat hev­­ur kommunan í sama tíð­ar­­­skeiði yvirtikið barna­vernd­ar­­tæn­ast­una, yvir­tikið og bygt út um­sorg­anararbeiði á eldraøkinum við m.ø. Heil­ræði, sum hevur heima­vitj­anir og eitt nú skipar fyri rørslu­venjingum til tey eldru, og fleiri tilhald eru komin í kommununi.
Vit hava bygt ítróttarøkið út við m.ø. fimleikahøllini Fimi, Tórsbreyt, fleiri sparki­vallum og skoytibreytini, sum sjálvsagt hava nýggjar rakst­rarútreiðslur við sær. Tveir nýggir skúlar eru eisini komnir. Boðanesheimið er bygt, og infrakervið er nógv út­bygt. Hetta eru bert nøkur av fleiri nýggjum rakst­rar­støð­­um, sum eru komin í Tórs­havnar Kommunu sein­astu 10 árini. Yvirhøvur kunnu vit siga, at kommunan í dag veitir væl fleiri tænastur til borgaran í dag enn fyri 10 árum síðani.
Somuleiðis er eisini vert at hava í huga, at í sama tíðar­skeiði bleiv foreldra­gjaldið fyri ansingarpláss lækkað úr 30 til 25 prosent, eins og kommunan hevur bygt út tænasturnar til børn við serligum tørvi á dag­stovnum.

Væl fyri fíggjarliga
Tá áhaldandi verður ført fram, at raksturin støðugt gerst dýrari, so er hetta ikki rætt. Í ár javnvigar fíggjar­ætl­anin við 636 mill. kr. Skatta­prosentið lækkaði úr 20,75% til 20,25% og barna­frádrátturin hækkaði við 45% úr 5.500 kr. upp í 8.000 kr. Tað vil siga, at hetta samanlagt svaraði til kostnaðin av ein­um skattaprosenti, ið er met til góðar 30 milliónir krónur, men lutfalsliga eru tað barna­familjurnar, ið merkja lætt­an best.
Í fíggjarlógini fyri 2014 verð­ur hildið fast um sama skattaprosent, sum er mill­um tey lágu í landin­um. Fíggj­ar­lógin 2014 javn­vig­ar við 649 miljónum, 13 miljón­ur meira enn í ár, skatta­pro­sentið verð­ur óbroytt og barna­frá­drátt­­urin er millum landsins hægstu – 8.000 kr.
Samstundis eru rakstrar­útreiðslurnar í 2014 settar til at verða 480 milliónir krónur, og tað er ein lækking uppá tvær milliónir krónur í mun til í 2013, hóast hædd er tikin fyri øktum lønarútreiðslum og hægri kostnaðarstøði.
Hetta vísir alt, at Tórs­havn­ar Kommuna er ein fíggj­arliga sterk kommuna, ið verður rikin skynsamt, og har raksturin ikki er vaksin óvanliga nógv. Heldur hin­vegin er Tórshavnar Komm­una ein kommuna, har rakst­urin seinastu árini er effektiviseraður munandi, so­­leiðis at sum mest verð­ur fingið fyri hvørja skatta­krónu.

FAKTA:
Nýggjar tænastur í Tórshavnar Kommunu seinastu 10 árini:
Frítíðarskúlatilboð til 2. flokk
Fleiri dagstovnar
Systkinaavsláttur
Lægri foreldragjald
Fleiri tænastur til børn við serligum tørvi
Nýggir skúlar
Fleiri ungdómstilboð
Yvirtikið og útbygt umsorganararbeiðið til eldri
Heilræði
Fleiri tilhald
Ókeypis bussleið
Fleiri kommunulæknar
Fimi
Tórsbreyt
Skoytibreyt
Útbygt infrakervi
Dagførd spillivatnsætlan