Kann ikki liva við skommini

Eik-málið skal kannast liðugt, sigur løgmaður, sum ikki vil gevast, fyrr enn pengarnir eru játtaðir

Hóast granskingin hjá Eyðfinni Jacobsen, advokati, av Eik-grunninum staðfestir fleiri óreglulig viðurskifti, so hevur tað gingið striltið at fáa neyðugu fíggingina, soleiðis at kanningin kann gerast liðug.

 

Í granskingini staðfestir Eyðfinnur Jacobsen fleiri ferðir, at hann fær ikki kannað nærri, um talan er um revsiverd viðurskifti, tí peningurin til at gera granskingina lidna, ikki er tøkur.

 

Higartil hevur samgongan sagt nei til at játta meira pengar. Løgmaður hevur annars sagt, at hvør steinur skal vendast, og hesi orð stendur Kaj Leo Holm Johannesen framvegis fast við.

 

- Vit kunnu ikki liva við skommini, um Eik málið ikki verður kannað til fulnar Eg gevist ikki fyrr enn pengarnir eru játtaðir. Eg havi ikki broytt meining, her skal hvør steinur vendast, sigur løgmaður við Sosialin í dag.

 

Í november 2011 vóru 300.000 krónur játtaðari til kanningina, men Eyðfinnur Jacobsen náddi bert at brúka 184.900 krónur av pengunum, tí tá árið var farið, fall játtanin burtur.

Vinnumálaráðið bar síðan eina umbøn um eykajáttan á 300.000 krónur í fíggjarnevndina vegna Skráseting Føroya í september 2012. Hetta var játtað, og Eyðfinnur Jacobsen fekk 300.000 krónur aftrat at arbeiða fyri.

Meira um málið kann lesast í Sosialinum, sum er í sølubúðunum í dag. Blaðið kann eisini keypast talgilt HER.