- Eg havi havt tað sera gott síðani skurðviðgerðina. Sum væntað, so var tann fyrsti mánaðurin strævin við nøkrum niðurtúrum. M.a. fekk eg vætu á høgra lunga tvær ferðir og eisini tvey ógvuslig krampaherðindi. Men síðani hevur tað gingið gott.
Tað sigur Sigrun Jóhansdóttir Bisp tríggjar mánaðir eftir skurðviðgerðina, har hon loksins fekk eini nýggj lungu eftir at hava bíðar í fleiri mánaðir á føroyska sjúklingahotellinum.
Í dag kann Sigrun Jóhansdóttir Bisp fegnast um tey lítlu tingini hon megnar, ið fyri fáum mánaðum síðan var ein stór avbjóðing.
- Tað er heilt fantastiskt at kunna ganga, uttan at skula steðga upp í heilum, bara fyri at fáa luftina aftur. Tað er eisini fantastiskt ikki at vera bundin at eini iltslangu. Nú orki eg eisini at vera úti saman við soninum og sparka við honum. Tað kann ikki lýsast við orðum hvussu fantastiskt tað er.
Í farnu viku var Sigrun Jóhansdóttir Bisp til sokallaðu 3 mánaðar kanningina. Kanningin staðfesti, at alt var sum tað skuldi.
- M.a. var eg til bronkuskopi, fyri av kanna um nøkur avstoyting var av lungunum, og tað var tað ikki. Tað var triðja slíka kanning, ið eg havi verið til, ið hevur víst, at likamið tekur móti nýggju lungunum, sigur Sigrun Jóhansdóttir Bisp.