Kann ikki henda aftur

Júst slíkt mál um spæliloyvi, sum HB í løtuni er partur av, verður ikki nakað, sum føroyskur fótbóltur kemur at uppliva aftur.
Á seinasta aðalfundi samtyktu feløgini nýggjar leiðreglur fyri leigusáttmálar, sum als ikki vóru nevndir í reglunum áður.
Nýggju reglurnar bera við sær, at tá leiguavtala gongur út, fellir spæliloyvi av sær sjálvum aftur til útleigandi felagið. Sambært gomlu reglunum, so varð spæliloyvið flutt permanent, tá spælari skifti felag. Og hóast NSÍ og HB í hesum førinum høvdu greiða avtalu sínamillum um leyslating, so er hendan leyslating eftir øllum at døma ikki latin FSF. Og tað er ikki, fyrr enn FSF-umsitingin hevur hesa, at spæliloyvi verður flutt.