Tað er álvarsamt, at fólkaræðið verðu sett upp í krónum og oyrum. Tað heldur Øssur Winthereig, nevndarlimur í felagnum Føroysk Miðlafólk Hann sipar til, at Johan Dahl hevur gramt seg í Kringvarpinum um, at lógin um alment innlit var ov rúm og at embætisfólk brúktu ov nógva arbeiðsorku uppá at svara umbønum um alment innlit. Men Øssur Winthereig heldur, at tað kann ikki koma óvart á nakran, at fólkaræðið kostar. Men trýst á pílin undir myndini og hoyr, hví Øssur Wintherheig heldur, at tað er álvarsamt, tá ið hetta verður brúkt sum grundgeving fyri at lata almennu fyrisitingina aftur fyri almenninginum. |