Stuttleikaparkin Tivoli í Keypmannahavn vil forða fyri at nýggi koreanski bilurin SsangYong Tivoli, sum er á veg Danmarkar, far loyvi at nýta navnið Tivoli. Í hesum sambandi hevur Tivoli lagt sak ímóti Suðurkoreansku SsangYong bilverksmiðjuni.
Sambært SsangYong sipar navnið til ein bý í Italia, sum eitur Tivoli. SsangYong Tivoli verður seldur um allan heim, men tað er bert í Danmark, at bilurin hevur møtt mótstøðu vegna navnið.
- Tivoli er eitt vørumerki, sum vit hava bygt upp gjøgnum mong ár, og tað vilja vit fegin verja, sigur Torben Plank, sum er tíðinda- og samskiftisstjóri hjá Tivoli. Sakin er millum SsangYong verksmiðjuna, Tivoli í Keypmannahavn og Patent- og Varemærkestyrelsen.
Her hjá okkum síggja vit longu nakrar SsangYong Tivoli á føroysku vegunum.











