B36-venjarin, Sámal Erik Hentze, heldur ikki, at B36 hevur luksustrupulleikar, nú teir í summarsteðginum hava styrkt um hópin, sum longu frammanundan hevði ognað liðnum eitt greitt fremsta pláss í deildini.
Les eisini: Bagge: Eg eri keddur um úrslitið
Í hópin komu Odmar Færø, Rógvi Poulsen og Adrian Cieslewicz. Adrian gjørdi tó bara ein stutttíðar sáttmála og er nú farin til Wales at spæla, men tilgongdin hevur ført við sær, at fleiri navnframir leikarar hava sitið á beinkinum.
Eftir dystin í gjár spurdu vit Sámal Erik, um tað er trupult at velja eina byrjunaruppstilling hjá B36 fyri tíðina.
- Nei, yvirhøvur ikki. Tann, sum ger tað gott, sleppur at spæla. Hatta við nøvnum, tað kann eg ikki brúka til nakað sum helst, segði hann avgjørdur.