Leikaraskifti
Tað stóðst rættiligt stríðsmál millum Stjørnuna og Hondbóltssambandið, tá klaksvíkingar komu eftir, at tað kanska kundi gerast ein trupulleiki at nýta Simonu Dziugyte í dystinum móti VB.
Orsøkin til hetta var tann, at Sóljan kravdi fitt av peningi frá Klaksvíkingum fyri leikaran, tí tey mettu, at hetta var peningur, sum Sóljan hevði rindað fyri leikaran. Ein útreiðsla hjá Sóljuni, sum Stjørnan nú fær ágóðan av. Eftir tí, sum vit hava frætt, skal talan vera um einar 18.000 kr., men hetta tal hava vit so ikki fingið váttað frá nøkrum parti.
Greiðar reglur
Í Hondbóltssambandinum vóru tey eisini eitt sindur í iva, um Sóljan hevði rætt til at krevja Stjørnuna eftir peninginum, og kanska høvdu tey eisini vóna, at feløgini sjálv funnið fram til eina semju, men hetta varð so av ongum.
Jógvan Martin Mørk, sum er kappingarleiðari hjá HSF, sigur við Sosialin, at reglurnar annars eru sera greiðar, og at tað eisini var í tráð við hesar, at hann leygardagin gav Stjørnuni loyvi at nýta Simonu Dziugyte í dystinum móti VB.
- Sum er eru tað bara reglurnar 4.1, 4.2 og 4.3, sum vit kunnu fyrihalda okkum til í slíkum føri, og einasta, sum er nevnt um peningaligt millumverandi í hesum, er, um leikari hevur nakað útistandandi við felagið. Útistandandi merkir í hesum høpi, um leikari eitt nú skyldar limagjald, ella um leikari kanska hevur onkran brúkslut í varveitslu, sum felagið eigur.
Feløgini mugu vera við
Jógvan Martin leggur tó afturat, at tað ivaleyst er neyðugt, at Hondbóltssambandið nú tekur málið viðvíkjandi sáttmálabinding av leikarum upp á komandi aðalfundi.
- Tað sær út til, at nøkur feløg nú eru farin at brenna seg, tí pengar eru komnir upp í føroyskan hondbólt. Hetta tí vit ikki á nakran hátt hava reglur, sum á einhvønn hátt kunnu regulera hesum, ella sum greitt siga, hvat og hvussu skal gerast undir eitt nú leikaraskifti millum feløg.
- Hetta er ein sjálvandi uppgáva, sum HSF skal loysa, men samstundis mugu feløgini vera greið um, at tað eru tey sjálvi, sum gera av, hvat hendir í HSF. Reglurnar hjá HSF verða gjørdar á aðalfundi, og tí verða tað feløgini, sum gera av, hvussu hesar verða. Feløgini kunnu ikki bara gera nakrar reglur sjálvi, sum tey so rokna við, at HSF eigur at halda seg til, sigur formaðurin í kappingarnevndini.
Nóg mikið at tosa um
Akkurát hvat og hvussu hetta skal gerast, dugur hann tó ikki at geva nakað endaligt svar uppá, men hann vísir á, at fótbólturin nú í nøkur ár hevur gjørt sær sínar royndir á økinum, og at tað kanska er nærliggjandi at kanna, hvussu teirra reglur virka. Alt hetta verður tó nakað, sum verður tikið upp á aðalfundinum, ella kanska áðrenn tað. Kappingarleiðarin heldur tað í øllum førum vera eitt gott hugskot, um feløgini eisini kundu hitst undir meira óformligum umstøðum undan aðalfundinum, soleiðis at eitt kjak fekst um tey evni, sum skulu viðgerast á aðalfundinum.
Líkt er sostatt til, at tað kann gerast ein drúgvur aðalfundur hjá HSF, tá feløgini eftir kappingina fara at tosa saman um ymsu hondbóltsligu viðurskiftini. Leikarasáttmálar og skifti millum feløg, verður helst eitt av økjunum, sum tosast skal um, og roknast kann eisini við, at talið av útlendskum leikarum verður til viðgerðar.
Sum vit hava nevnt fyrr, so tykist tað, sum um hondbólturin nú er í eini støðu, sum líkist teirri, sum fótbólturin var í fyri fáum árum síðani. Yrkisleikarar eru um at koma við í spælið, og hetta, saman við øktum krøvum frá umhvørvinum, gera sítt til, at trýstið á fyrisitingarliga partin av spælinum eisini gerst størri. Ivaleyst ein prosess, sum fer at standa við í nøkur ár, og har allir luttakararnir í spælinum sleppa at gera sínar egnu royndir, ið so við og við fara at flyta hoppandi bóltin inn aftur á hondbóltsvøllin. Tað er jú á honum, at vit fegin vilja hava, at leikurin fer fram.