Við 24.261 atkvøðum vann tann 38 ára gamla Helle Thorning-Schmidt formansvalið í danska javnaðarflokkinum. Mótvalevni hennara, Frank Jensen, fekk 21.348 atkvøður.
Politiskir eygleiðarar eru á einum máli um, at tað var boðskapur hennara um nýhugsan og at beina burtur allar gamlar innanhýsis ósemjur í flokkinum, sum gjørdu, at Helle Thorning-Schmidt vann formansvalið. Í takkarrøðuni gjørdi hon eisini greitt, at tað er ikki pláss fyri bólkum í flokkinum longur.
? Øll er vælkomin, men tey, sum ikki vilja koma við, mugu sita við hús, segði hon. Tann fyrsta avleiðingin kom longu beint aftan á valúrslitið, tá formaðurin í tingbólkinum, Pia Gjellerup, boðaði frá, at hon segði formanssessin frá sær. Í gjár skuldi Helle Thorning-Schmidt manna leiðsluna í fokkinum av nýggjum, og roknað varð við, at fleiri ungar kreftir fóru at sleppa framat. Tann gamla tíðin við Nyrup, Svend Auken, Mogens Lykketoft, Piu Gjellerup og øðrum er farin, skrivaðu donsku bløðini í gjár.
Tær seinastu vikurnar hevur Helle Thorning-Schmidt lagt sent á, at javnaðarflokkurin skal flyta seg nærri miðjuni í donskum politikki. Hetta er ein kós, sum Poul Nyrup Rasmussen fór undir í nítiárunum, og sum javnaðarflokkarnir í Bretlandi og Niðurlondum eisini hava valt. Men nýggi formaðurin skal ansa sær, tí ein treyt fyri, at hon kann loysa Anders Fogh Rasmussen av, er, at teir vanligu stuðulsflokkarnir hjá javnaðarflokkinum kunnu góðtaka politikk hennara.