Tann ógvusliga spreingingin á einari tøðverksmiðju í amerikanska statinum Texas var so hørð, at millum 50 og 70 hús eru oyðiløgd. Tað sigur talsmaðurin hjá løgregluni. Hann sigur, at eitt ellisheim stutt haðani fekk eisini skaða.
-Fólk hava latið lív, men enn kunnu vit ikki siga nakað um, hvussu mong eru deyð, sigur talsmaðurin við fjølmiðlarnar. Summar keldur siga, at spreingingin kann hava kravt millum 60 og 70 mannalív, men enn er einki váttað.
Løgregluovastin, Parnell McNamara, sigur, at skaðin av spreingingini er so umfatandi, at alt økið kring verksmiðjuna sær út sum eitt krígsøki.
Don Yeager hjá sløkkiliðnum í býnum Waxo sigur, at talan er um eina ammoniak-spreinging. Hon var so hørð, at amerikanski jarðfrøðistovnurin mátaði ristingarnar til 2,1 á Richterstiganum.