Tann trý ára gamli Mohammad Assan Rostan Abade var heppin. Sunnukvøldið varð hann funnin á lívi undir húsaleivdunum í Bam. Samstundis minkaðu vónirnar um at finna fleiri á lívi eftir tann ógvusliga jarðskjálvtan.
-Eg vænti ikki, at vit fara at finna mong á lívi afturat, soleiðis sum húsini her vóru bygd. Tey eru jú úr leiri og sandi og eru tí farin í smildur av skjálvtanum, segði finski bjargingarmaðurin Ari Vakkilainen við tíðindastovurnar sunnukvøldið.
Í gøtunum ella tí, sum er eftir av gøtunum í Bam, lógu fleiri hundrað løstað fólk, og í floghavnini var sannur ruðuleiki. Ein partur av floghavnini er gjørdur til sjúkrahús, og fólk í stórum tali leitaðu sær hjálp har.
Samstundis eru umleið 100.000 fólk vorðin heimleys, og hóast umfatandi hjálpartiltøk eru tað framvegis mong, sum ikki hava fingið nakað at sova í tær køldu næturnar.
Í gjár søgdu iransku myndugleikarnir, at umleið 24.000 fólk høvdu latið lív, men samstundis siga teir, at talið á deyðum kann koma upp ímóti teimum 40.000. Víst varð á, at í gjár vóru bjargingarliðini framvegis ikki byrjað at leita í summum pørtum av tí oyðilagda býnum.
Tey, sum verða funnin deyð, verða jarðað at kalla beinanvegin. Av tí at tað er ógjørligt at jarða fólk í egnari grøv, verða fólk løgd í hópgravir, sum gravimaskinur síðani tyrva. Rundanum sita syrgjandi og hyggja at.
-Eg síggi einar fýra lítlar lastbilar koyra lík hvønn einasta minutt, og einar tíggju gravimaskinur hava úr at gera við at grava gravir og at tyrva tær aftur. Millum 300 og 400 lík liggja og bíða eftir at verða jarðað, og í einari serligari røð liggja líkini av nógvum børnum. Eisini tey bíða. Eini 4.000 fólk standa syrgjandi og eygleiða tað, sum fer fram her, segði ein tíðindamaður hjá fronsku tíðindastovuni AFP í gjár.









