Annika verður neyvan vald til borgarstjóra fyrr enn nýggjársaftan
Tað er fyrst valdi býráðslimur, sum skal kalla nýggja býráðið saman at skipa seg. Tað skal gerast fyri 1. januar, tá nýggja býráðið tekur við.
Annika Olsen nevndi í grein á in.fo í gjárkvøldið, at hon heldur, at mátin at samráðast uppá er sera óprofessiónellur, tá tey skunda sær inn í eitt rúm í ítróttarhøllini á Hálsi fyri at skriva undir eitt skjal, sum skal binda tey til samstarv.
Tað gjørdu tey gjáranáttina, eins og gjørt hevur verið í mong harrans ár í Havn. Tá slík avtala er gjørd, so ræður um sum skjótast at kalla nýggja býráðið saman at skipa seg. Tað hevði tann samgongan, sum varð skipað gjáranáttina helst gjørt longu hesa vikuna, so var Heðin Mortensen tryggjaður sum borgarstjóri fram til 2020.
Trupulleikin hjá nýggju samgonguni er tann, at tað framvegis er Heðin Mortensen, sum skal kalla nýggja býráðið saman. Tað kann tí væl hugsast, at tað ikki verður gjørt fyrr enn nýggjársaftan. Tað er sera kalt millum partarnar, serliga Anniku Olsen og Boga Andreasen og hini í samgonguni, sum varð skipað gjáranáttina.
Eftir 18 tímum var ein samgonguavtala annulerað. Tosað verður um skitið spæl og svik. 52 dagar eru eftir, til nýggja býráðið skal taka við, og um Heðin Mortensen hevur hug til tess, so kann hann lata nýggju samgonguna bíða í óttanum um, at uppaftur onnur samgonga verður skipað.
Javnaðarflokkurin kann til dømis bjóða Framsókn borgarstjórasessin. Ella Tjóðveldinum. Onkur ósemja kann fara at taka seg upp.
Vit kunnu í øllum førum rokna við, at givið verður av somu skuffu – og at sera ringt samstarvslag verður millum samgongu og andstøðu í Tórshavnar býráð – í øllum førum ta fyrstu tíðina.