Hetta fer at geva føroyska samfelagnum eina inntøku upp á minst 70 milliónir um ári. Tað sigur Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, og formaður floksins. Hann hevur nú lagt eitt uppskot fyri Løgtingið um at yvirtaka loftrúmið yvir Føroyum. Hetta er eitt uppskot, sum hevur verið til umrøðu í Løgtinginum fleiri ferðir, men tað hevur ongantíð borið á mál. Men nú verður ein roynd gjørd afturat.
Loftrúmið yvir Føroyum er danskt málsøki, men danskir myndugleikar hava latið tað upp í hendurnar á íslendingum at umsita tað. Sostatt eru tað íslendingar og danir, sum býta inntøkurnar sínamillum.
Høgni Hoydal sigur, at nú hevur stjórnin í Grønlandi boðað frá, at tey hava gjørt avtalu við danskar myndugleikar um at yvirtaka grønlendska loftrúmið Og í hesum sambandi meta tey at tey kunnu skapa minst 100 nýggj arbeiðspláss í Grønlandi.
Hann heldur, at týdningurin av at fyrisita okkara egna loftrúm, til bæði sivila loftferðslu, og í hernaðarhøpi og trygdarhøpi, er alt meiri eyðsýnd. Føroyskir serfrøðingar hava víst á, at tað ber væl til hjá føroyingum at byggja okkara egnan radara. Tað ber eisini væl til hjá okkum at menna teir førleikar, sum krevjast, bæði til sivilu flogferðsluna og til at reka ein radara, ið kann hava eftirlit við øllum, ið fer fram í føroyska loftrúminum, eisini í sambandi við hernaðarmál og trygdarmál. Sostatt kann hetta verða bæði eitt fakligt, og eitt fíggjarligt tilfeingi hjá føroyingum.
Tað er eingin fólkaræðislig, fíggjarliga, ella vinnulig orsøk er til at Føroyar lata Danmark gera avtalur við onnur um okkara loftrúm, sigur Høgni Hoydal.
– Hvørja ferð eitt flogfar flýgur í føroyskum loftrúmi, rinda tey eina ávísa upphædd. Hendan upphæddin fellur í dag til íslendskar og danskar myndugleikar. Sambært metingum kann hendan upphæddin verða frá 70 mió. kr. árliga, heilt upp í 270 milliónir um árið, sigur Høgni Hoydal.