Royndirnar hjá Kára P. Højgaard at halda sáttmálan við privata felagið um Eysturoyartunnilin, loyniligan, kann geva baksláttur.
Tað heldur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi landsstýrismaður og løgmaður.
Hann sigur við Rás2, at hetta er púrasta í andsøgn við politiska rákið seinastu árini um opinleiki og gjøgnumskygni í politisku skipanini og í fyrisitingini.
Fáa ikki alt at vita
Nú uppskotið um tunnilin skal fyri Løgtingið, hava løgtingslimir sett upp á, at teir skulu hava fult innlit í sáttmálan.??
Men tað ætlar Kári P. Højgaard ikki!
Hann sigur, at ”Tað verður mett gagnligt, at ein avtala um einkarætt ikki er almenn, við tað at hon kann innihalda handilsliga viðkvæmar upplýsingar”.??
Sostatt er ikki ætlanin, at sáttmálin skal verða almennur.??
Kári P. Højgaaard sigur enntá, at avtalan um einkarættin verður ikki almenn, fyrrenn eitt hálvt ár aftaná, at tunnilin er tikin í nýtslu.
- Tá ið ein slík áseting skal vera í lógini, má tað vera tí, at tað er gagnligt fyri partarnar, at almenningurin ikki sleppur at kjakast um tað, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann heldur, at hetta er sera óheppið, tí hetta er størsta íløgan í Føroyum nakrantíð og hetta er eitt mál, sum hevur stóran, almennan áhugað.
Hann sigur, at tað, sum kemur honum fyrst til hugs, er, at sáttmálin er so góður fyri privata felagið, at man hálvavegna skammast av at vera farin so langt.
Baksláttur
Men fyrrverandi løgmaður heldur, at hetta kann geva baksláttur, tí tað kann fáa onkran at hálsa um, sum annars innast inni tekur undir við einum privatum tunli.
Endamálið við opinleikanum í politisku skipanini, er, at borgaran skal føla seg tryggan við tærum tær avgerðir, sum verða tiknar
- Ein avleiðing av at halda málið loyniligt kann vera, at fólk, sum annars eru samd við Kára P. Højgaard um ein privatan tunnil, fáa illgruna um, at her er okkurt, sum ikki ruggar rætt.
- Og tað kann fáa tey at venda sær ímóti ætlanini, heldur fyrrverandi løgmaður.
Les fleiri greinar um sama evni.