Veljarakanningarnar benda á, at republikanski flokkurin fer at vinna tey seks plássini, teimum tørvar, fyri at fáa meirilutan í Senatinum, umframt at teir longu hava meirilutan í Umboðsmannatinginum, og tann meirilutin fer væntandi bara at veksa eftir valið.
Seinastu valhølini, í Alaska og á Hawaii, steingja ikki fyrr enn um fimm-tíðina í morginárini, føroyska tíð, men fyrstu úrslitini forsøgnirnar væntast longu tá fyrstu valhølini á eysturstrondini steingja á midnátt, føroyska tíð.
Um heilt illa vil, so kann vera, at endaliga úrslitið eftir dagsins val ikki er klárt fyrr enn valúrslitið á Alaska er klárt. Alaska er nevniliga ein av statunum, har valdysturin er sera tættur. Tað er eisini møguligt, at tað ikki er greitt, hvør fer at hava meirilutan í Senatinum fyrr enn 6. januar, eftir at umval hevur verið í Louisiana í desember og Georgia 6. januar. Orsøkin er, at í Louisiana og Georgia skal vinnarin fáa yvir 50% av atkvøðunum. Við tað at fleiri enn tvey umboð stilla upp, er væl møguligt, at einki umboð fær tey neyðugu 50%. Tí verður møguliga umval í hesum báðum statunum.
Skuldi tað eydnast republikanarunum at vinna valið, kann tað gerast ein torfør tíð hjá Barack Obama, forseta, fram til forsetavalið í 2016. Ein samlað republikansk kongress kann gera arbeiðsumstøðurnar hjá demokratiska forsetanum sera truplar.
Amerikanska lóggávutingið, Kongressin, er sett saman av tveimum kømørum. Yvirhúsið verður kallað Senatið. Her sita 100 umboð, tvey fyri hvønn stat. Ein triðingur av senatsplássunum verður valt annað hvørt ár og hvør senatorur situr í seks ár.
Undirhúsið verður kallað umboðsmannatingið, sum hevur 435 limir, ið verða valdir annað hvørt ár. Hvør statur er umboðaðu eftir fólkatali. Í løtuni hevur Kalifornia 53 limir, meðan Alaska, Delaware, Montana, Norður Dakota, Suður Dakota, Vermont og Wyoming einans hava ein lim hvør.