Longi hevur verið tosað um og arbeitt við at fáa sonevnda loftbrúgv til listafólk, so tað gerst bíligari at ferðast út í heim. Í gjár gjørdist loftbrúgvin veruleiki.
Ein, ið fegnast, er Jón Tyril, tónleikari og fyriskipari. Hann var hefyri millum teirra, ið gjørdu eina roynd og arbeiddu við at fáa loftbrúgv. Og Jón fegnast, nú loftbrúgv millum Føroyar og útheimin er veruleiki.
- Hatta sær sera spennandi út. Eg ímyndi mær, at tað kann gerast ein stórur bati á økinum, sigur Jón Tyril.
- Uppskotið líkist sera nógv tí sum vit arbeiddu við herfyri. Tað verður áhugavert at síggja hvussu hetta royndarárið fer at hepnast, sigur Jón Tyril.










