Kann gerast miðstøð fyri stuttleikabátar

Miðvágur: Sum nevnt á Portalinum fyrr í dag arbeiðir Vága kommuna við eini ætlan at gera eitt bingjupláss á havnaøkinum í Miðvágs Sandavágs Havn.

Í hesum sambandi varð spurningurin settur, hvørt tað var rætt at leggja eitt slíkt pláss á havnaøkinum, sum lættliga kundi blivið til eina miðstøð fyri ferðamannaskip.

- Støðan er hon, at Miðvágur er ikki náttúruhavn. Tí velja vit at trúgva, at tað verður seinur dagur áðrenn nøkur ferðamannaskip koma á Miðvág.

- Men skuldi tað øvugta hent, er einki til hindurs fyri at vit kundu skapt karmar til ferðavinn virksemi á havnaøkinum, vísir borgarstjórin, Albert Ellefsen á. Hetta er kortini ætlanir sum liggja langt frammi í tíðini.

Hinvegin kann hugsast at Miðvágur og Sandavágur kunnu brúkast til miðstøð fyri stuttleikabátar.

- Sera góðar umstøður eru á Prestlandinum til slíkt virksemi, vísir hann á.

<mynd: Góðar umstøður eru til smábátar á Prestlandinum (Mynd: vaga.fo)</em>