Løgtingið skal í dag viðgera uppskotið frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni í fiskivinnumálum, um eina uppboðssølu av fiskirættindum.
Málið varð lagt fyri tingi í desember, men hevur ligið í Vinnunevndini til fyri tveimum vikum síðani, tá álitið kom úr nevnd aftur. Meirilutin í vinnunevndini mælir frá at taka undir uppskotinum, meðan minnilutin í Vinnunevndini mælir til at ein avmarkað mongd á 9.000 tons av makreli, 4.000 tons av norðhavssild, 20.000 tons av svartkjafti og 3.000 tons av botnfiski verður seld á uppboðssølu.
Uppskotið hevur fingið drúgva umrøðu í almenna kjakinum, og serliga hava reiðarar funnist at tí, men eisini Fiskimannafelag hevur hildið lítið um uppskotið, og nú gera tey eina seinastu roynd at fáa politikarar at lurta. Mortan G. Berjastein, nevndarlimur í Fiskimannafelagnum, heitir nevniliga staðiliga á løgtingið um at fella uppskotið, ið hann kallar ræðandi.
- Tað skal tí vera mín vón, at tey sum ikki eru fyri nøkrum so ræðandi, sum einari uppboðssølu av fiski, áðrenn hann er veiddur, hava somikið at stirðil í sær, og atkvøða eftir egnari sannføring, soleiðis at ein uppboðssøla ikki gerst veruleiki.
Nevndarlimurin vísir á, at felagið er sannført um, at uppskotið fer at gerast mønustingurin fyri føroyska fiskimannin.
- Nógv hevur verið tosað um at atkvøða eftir egnari sannføring og ikki, sjálvur meini eg, at man altíð eigur at gera tað, í hvussu so er eigur man altíð at sleppa at gera tað. Tá nú eitt uppskot um at selja 10% av ymiskum fiskastovnum á uppboði er til viðgerðar, hevur Føroya Fiskimannafelag roynt at ávirka ímóti eini uppboðssølu, tí vit eru sannførdir um, at tað fer at gerast mønustingurin fyri føroyska fiskimannin.
Mortan G. Berjastein harmast eisini um, at vinnunevndin hjá løgtinginum ikki er áhuga í at lurta eftir sjónarmiðunum hjá sjómonnunum.
- Vit hava eisini víst á aðra loysn, bæði yvirfyri reiðarunum og Vinnunevndini, sum reiðararnir halda, er ein nógv betri loysn enn ein uppboðssøla, meðan politiska skipanin eftir øllum at døma ikki somikið sum tímir at gáa eftir. Ein loysn sum gevur landinum tryggar inntøkur fyri fiskirættindi framyvir, eins og tað gevur vinnuni tryggar karmar at virka undir.










